Í gjár var fyrsti lønardagur, har tey 800.000 alment løntu starvsfólkini, sum eru ávirkað av afturlatingini av almenna geiranum í USA, ikki fingu løn.
350.000 starvsfólk eru tvungin í farloyvi, meðan 450.000 noyðast at arbeiða uttan løn.
Hetta merkir fyri nógv av teimum alment løntu, at tey noyðast at seta ognarlutir til sølu fyri at fáa endarnar at røkka saman.
Sambært DR er heimasíðan Craigslist díkt undir við sølulýsingum frá fólki, sum noyðast at selja sínar ognir bíliga fyri at kunna gjalda rokningar.
Fakfelagið hjá starvsfólkunum, sum arbeiða hjá FBI hevur eisini ávarað um, at afturlatingin av almenna geiranum seinkar kanningararbeiðið hjá FBI, av tí at fleiri av teimum, sum arbeiða í rannsóknarstovunum eru send heim.
Almenni geirin hevur nú verið afturlatin í 22 dagar, og tað er eitt nýtt met. Gamla metið er frá 1995-1996, tá Bill Clinton var forseti. Tá var almenni geirin afturlatin í 21 dagar.
Afturlatingin er ein avleiðing av stríðnum millum Donald Trump og demokratarnar. Trump noktar at góðtaka eina fíggjarlóg uttan játtan til ein múr millum USA og Meksiko.
Les eisini: Trump hótti við undantaksstøðu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald