Innanlands

Útlendingur kom í trupulleikar í fjøllunum í Klaksvík

Hann varð ávaraður um ikki at fara, men gekk seg fastan og gjørdist sera kaldur. Tyrlan og Noroyða Bjargingarfelag komu á staðið, og hann varð fluttur á Landssjúkrahúsið

(Tilvildarlig kavamynd)

(Tilvildarlig kavamynd)

2019-12-16 10:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað kemur ikki sjáldan fyri, at útlendskir gestir ganga seg í trupulleikar í føroysku fjøllunum. Í summum førum endar tað heilt galið, og oftast snýr tað seg um, at persónurin ella persónarnir ikki kenna umstøðurnar nóg væl.

Í gjárkvøldið skrivaði jn.fo, at MRCC-støðin í Havn seinnapartin fekk fráboðan um, at at ein útlendingur hevði gingið seg fastan í kavanum oman fyri Klaksvík.

Løgreglan var ikki íblandað í málið, men hevði fingið kunning um støðuna. Maðurin varð ávaraður av lokalum fólki, ið hann kendi, men var farin til fjals kortini. Skjótt varnaðist viðkomandi tó, at hann var illa skøddur um føturnar, og av tí at hann fór úr skónum fyri at fáa betri fótafestið, fekk viðkomandi skjótt kuldan í kavnanum at føla.

Eftir at hann hevði gingið seg fastan, fekk útlendingurin fatur á sínum kontaktum í Klaksvík, ið beinanvegin boðaðu frá, at manninum tørvaði hjálp. Norðoya Bjargingarfelag varð boðsent, og ein lítlan tíma eftir fráboðanina lendi tyrlan á Landssjúkrahúsinum við manninum, ið varð sera kaldur - serliga um føturnar - og illa fyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder