
Í morgin er 1. desember, og tá byrjar talgildi jólakalendarin hjá Kongshúsinum. Í ár er ríkisfelagsskapurin karmurin um jólakalendaran hjá Kongshúsinum.
Jólakalendarin er tann fimti av slagnum og er aftur í ár ein søga um handgjørdu nissurnar hjá Hennara Hátign Drotningini.
Hann snýr seg um eina vætragentu, sum fer til Føroya og Grønlands at finna systkin síni.
Systkini búsettu eg í ávikavist Føroyum og Grønlandi undir kongavitjanini av Christian 10. og Alexandrinu drotning í 1921. Eingin hevur sæð tey síðani, verður sagt.
Tað ber til at fylgja við kalendaranum á Instagramvanganum hjá Kongshúsinum frá 1. desember til jólaaftan.
Tú kanst eisini fylgja við ársins jólakalendara á heimasíðuni hjá Kongshúsinum, kongehuset.dk, á donskum, føroyskum, grønlendskum og enskum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald