Uttanlands

Val í Svøríki í dag

Seinastu meiningakanningarnar vísa, at tað er javnt millum tey bæði forsætisráðharravalevnini, konservativi Ulf Kristersson, formaður í Moderaterna og núverendi sosialdemokratiska forsætisráðharranum, Magdalena Andersson

Magdalena Andersson og Ulf Kristersson, forsætisráðharravalevni (Mynd: EPA)

Magdalena Andersson og Ulf Kristersson, forsætisráðharravalevni (Mynd: EPA)

2022-09-11 13:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag er rikisdagsval í Svøríki, har 7,8 millónir sviar, sum hava valrætt, skulu atkvøða um, hvør skal stýra landinum komandi árini.

Umframt at sviar skulu velja umboð til tjóðartingið, skulu tey eisini velja, hvør skal umboða tey í ymsu kommunum og landspørtunum.

Valstøðini lótu upp klokkan sjey í morgun, og lata tey aftur klokkan 19 okkara tíð. Um klokkan 23 væntast atkvøðurnar at vera taldar upp, og endaliga úrslitið verður klárt einaferð í nátt.

Seinastu meiningakanningarnar vísa, at tað er javnt millum tey bæði forsætisráðharravalevnini, konservativi Ulf Kristersson og núverendi sosialdemokratiska forsætisráðharranum, Magdalena Andersson.

Eitt, sum hevur fylt nógv í valstríðnum er kriminalitetur. Talið á skottilburðum og drápum í Svøríki er methøgt samanborið við onnur lond í Evropa, og báðar síður eru samdar um, at revsingin skal herðast.

Kristersson heldur, at tað skal vera ólógligt at vera við í einum harkaliði, og skal tað javnsetast við yvirgangi. Hann vísir til Danmark, har leiðarar í harkaliðum fáa tvífalda revsing fyri brotsverk, sum eru knýtt at harkaliðnum.

Núverandi svenski forsætisráðharrin sigur, at hon vil styrkja løgregluna og herða revsingina, um hon verður afturvald.

Flokkurin hjá Magdalenu Andersson, Socialdemokraterna gjørdust størsti flokkur á seinasta vali við 28,26 prosent av atkvøðunum og 100 tingsessum. Næststørsti flokkur gjørdist Moderaterna, flokkurin hjá Ulf Kristersson, sum fekk 19,84 prosent av atkvøðunum og 70 tingsessir.

Borgarligu flokkarnir Sverigedemokraterna, Kristdemokraterna og Liberalerna stuðla flokkinum hjá Kristersson, meðan Andersson væntast at fáa stuðul frá  Miljöpartiet, Centerpartiet og Vänsterpartiet.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder