Uttanlands

Valluttøkan minkar fyri fyrstu ferð í 20 ár

Á valinum í 2018 var valluttøkan í Svøríki 87 prosent, men valluttøkan í gjár var bert 83 prosent

Svenski forsætisráðharrin, Magdalena Andersson á val í gjár (Mynd: EPA)

Svenski forsætisráðharrin, Magdalena Andersson á val í gjár (Mynd: EPA)

2022-09-12 08:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðan 2002 hevur valluttøkan í Svøríki verið vaksandi, men valið í gjár var eitt undantak. Tá minkaði valluttøkan nevniliga fyri fyrstu ferð í 20 ár.

7,8 milliónir sviar høvdu valrætt, og bert 83 prosent av teimum fóru á val. Á undanfarna valinum í 2018 var valluttøkan 87 prosent, ið var tann hægsta, síðan 1985. Á valinum í 2014 var valluttøkan 85,8 prosent.

Talan er tó um eitt fyribilstal, tí brævatkvøðurnar og uttanlandsatkvøðurnar eru enn ikki taldar, og væntast endaliga úrslitið fyrst at vera klárt mikudagin ella hósdagin, skrivar Ritzau.

Nú 94 prosent av atkvøðunum eru taldar, er líkt til, at blái blokkur fær 175 tingsessir, meðan reyði blokkur fær 174. Sambært SVT eru tað 47.000 atkvøður, sum skilja partarnar at. 

Les eisini: Svøríki: Endaliga valúrslitið greitt um nakrar dagar

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder