Innanlands

Vatn í Føroyum: Eitt týðandi framtíðar tilfeingi

Hóast tað regnar og regnar, og vit halda okkum hava ov mikið av vatni, so krevst tó av okkum øllum, at vit fara væl um hetta dýrabara rennandi dropagullið og alla tíðina umhugsa, hvussu vit troyta tað.

Jarðfeingi skipar fyri stóru oyggjaráðstevnuni um vatn í Norðurlandahúsinum, sum byrjar í morgin. Millum fyrireikararnar eru tær báðar Óluva Eidesgaard og Barbara Biskopsstø Hansen, jarðfrøðingar.

Jarðfeingi skipar fyri stóru oyggjaráðstevnuni um vatn í Norðurlandahúsinum, sum byrjar í morgin. Millum fyrireikararnar eru tær báðar Óluva Eidesgaard og Barbara Biskopsstø Hansen, jarðfrøðingar.

2024-09-03 16:57 Author image
Jan Müller
placeholder

Neyvan nakað fær okkum føroyingar at ilskast og troyttast so nógv sum regn og aftur regn, tó at hetta í veruleikanum er eitt ta mest trygga og dýrmæta tilfeingið vit eiga. Soleiðis ber eisini til at umrøða henda partin av gerandislívinum í Føroyum. Í veruleikanum hava vit alla orsøk til at fegnast, tá tað um regnið ræður, tí við tí eiga vit eitt tilfeingi, sum er ein av høvuðsfortreytunum og grundarlagnum  fyri bæði vinnu, orku og nýtslu til gerandis brúk.

Vit eru eisini so heppin í Føroyum, at vit komandi dagarnar lata dyrnar upp fyri tí fyrstu ráðstevnuni av sínum slag nakrantíð, nevniliga eini ráðstevnu um vatn, har oyggjasamfeløg kring allan heim luttaka. Jarðfeingi, sum fyrst og fremst er vorðið kent fyri sítt slóðbrótandi jarðfrøðiliga arbeiði í sambandi við føroysku undirgrundinaum, er seinastu árini farið at brúka alsamt meira av síni orku til at kanna vatn í undirgrundini og á landjørðini.

At kunna standa fyri hesi fyrstu oyggjaráðstevnu av sínum slag í heiminum er einki minni enn ein fongur, nú vit hava møguleika at síggja og skilja vatn úr einum øðrvísi og breiðari  sjónarhorni umframt at kunna læra av øðrum og geva øðrum av okkara royndum.

[object Object]

Portalurin hitti nøkur av fólkunum, sum standa aftanfyri fyrireikingarnar av hesi spennandi ráðstevnu. Òluva Eidesgaard og Barbara Biskopstø Hansen dylja ikki yvir, at tær eru sera spentar, nú umboð úr nógvum av heimsins oyggjasamfeløgum koma til Føroya at luttaka á hesi fyrstu ráðstevnu av sínum slag.

Jarðfeingi, sum seinastu árini hevur tikið vatn við í sítt arbeiði,  luttók á vatnráðstevnunum í París í 2022 og í fjør í Peking, tá meira enn 2000 luttakarar vóru úr flestu av heimsins londum. Í Peking nýttu tey høvi til at kunna um 1. Oyggjar- og vatnráðstevnu og fingu har møguleika at vísa stuttan film á stórskíggja. Oyggjaráðstevnan í Føroyum hesa vikuna er ein nýggjur avleggari av tí stóru ráðstevnuni, sum verður hildin kring heimin.

Tá vit spurdu, hví vit skulu  hava eina ráðstevnu um vatn í Føroyum svara Óluva og Barbara:

-Fyri okkum var tað bæði áhugavert og forvitnisligt, tá vit  í okkara jarðhitaboringum sóu, at vit av og á raktu við bæði nógv og summa staðni eisini rættiliga heitt vatn. Síðani eru vit  vorðin meira og meira metvitandi um, hvussu nógv grundvatn vit hava í Føroyum. Vit vita nú við vissu, at vit hava vatn í undirgrundini,  men vit hava ongantíð  gjørt nakrar kanningar av, hvussu øll skipanin virkar annað enn, at her og  har er ein riva og vatn kemur upp. So hevur man ikki hugsað meira um  tað. Men tað vísir seg, at tað blívur við at renna eitt nú sum dømi Sumbiartunnilin. Og so hevur man sæð fleiri og fleiri dømi um, at har rennur vatn. Vit hava so hugsað, at tað ikki er heilt rætt bara at  lata heitt vatn renna uttan at royna at brúka tað til nakað.

Her er í veruleikanum talan um eitt tilfeingi, vatn í føroysku undirgrundini, sum vit ikki hava verið varug við og sum vit ikki hava troytt men sum vit vilja troyta, og tað er m.a. hetta ein slík ráðstevna skal varpa ljós á.

Hetta fekk so fólkini á Jarðfeingi at taka spurningin upp við onnur eisini, eitt nú fóru tey at tosa við aðrar stovnar eisini so sum Visit Faroe Island, Umhvørvisstovuna, SEV og Heilsufrøðligu Sarvsstovuna. Spurningurin var, um hetta vatnið ikki var nakað vit áttu at kannað og brúkt onkursvegna. Síðani  fór málið at snúgva seg um meira enn bara grundvatn men um alt vatn. Og við burðardygd sum partur av málinum.

At menna vatn til nakað meira var kanska ikki nakað, sum beit á, so tey á Jarðfeingi kallaðu inn til ein hugaroksfund, har øll tey, sum hugsast kundu arbeiða við vatni, vórðu við, bæði vinnan, kommunur og tað almenna. Hesi greiddu frá og komu við sínum boðum til eitt fruktagott kjak.

Tá vit í Føroyum umrøða vatn, so hevur tað oftast nakað at gera við dagligu nýtsluna, drekkivatn, vatn til vask av ymsum slag, spillvatn ol. og gloyma vit tann altavgerandi týdningin, sum vatnið eisini hevur fyri stórar partar av vinnuni.

Vatn er t.d. týðandi partur av grundarlagnum undir alivinnuni, sum í dag hevur alstóran týdning fyri føroyska samfelagið. Hon brúkar sum er nógv feskt vatn í framleiðsluni, og nú vinnan roynir at flyta størri part av framleiðsluni uppá land til tess at betra um grundarlagið undir vinnuni, so fer tørvurin á feskum vatni eisini at vaksa. Og her hevur tað alstóran týdning at kunna endurnýta vatnið, nakað, sum alivinnan ger nógv burturúr longu.  Feskt vatn er einki minni enn gullvert fyri føroysku alivinnuna – eitt tilfeingi, sum vit ikki mugu undirmeta.

Í løtuni er tað mest yvirflatuvatn, sum verður brúkt. Men vatn kemur so eisini upp úr keldum sum undirgrundarvatn. Tað hevur eisini týdning. Spurningurin um grundvatn í føroysku undirgrundini er als ikki nóg væl kannaður, so her er nógv eftir at gera eru tey greið yvir á Jarðfeingi. Tørvur er á at kortleggja hetta økið, soleiðis at vit í framtíðini í størri mun kunnu gera brúk av grundvatninum. Hetta er so eisini nakað, sum Jarðfeingi arbeiðir við.

[object Object]

Hvat kann ráðstevna um vatn læra og geva okkum og øvugt. Talan er um einar 80 framløgur stevnudagarnar, har vísindafólk og onnur úr upp til 50 oyggjasamfeløgum harí eisini Føroyum fara at hava framløgur.

Tey á Jarðfeingi ivast ikki í, at ein slík ráðstevna kann læra okkum føroyingar at brúka vatnið meira burðardygt. Hon skal fáa okkum at hugsa um vatn sum eitt avmarkað tilfeingi og ikki oysla við tí.

Síggja vit burtur frá vinnuligu nýtsluni av vatni, so hevur vatn alstóran týdning fyri okkara orkuframleiðslu eisini, har SEV er kjarnin, tvs. felagið, sum framleiðir orku úr vatni í áum og vøtnum.

Nú vit hava nevnt vatn sum grundarlag fyri bæði vinnu og orkuframleiðslu, so er vatn ein fortreyt fyri lívi av øllum hugsandi slag, drekkivatn, brúsubað, spillvatn osfr.

Loksins ber til at siga, at vit vanliga hugsa ikki um vatn sum eitt tilfeingi, tað verður oftani mett sum ein sjálvfylgja, ein ótømandi kelda. Ein ráðstevna um vatn skal fáa okkum at broyta hugburð og síggja tað sum ein týðandi og ikki ótømandi part av okkara lívsgrundarlagi. Og alt eftir hvar tú búleikast í heiminum eru fortreytirnar ymiskar. Tí kann ein ráðstevna verða við til at seta burðardygd í hásæti eisini tá tað um vatn ræður.

Í dag handfara ymisk lond vatnspurningin ymiskt. Onkur lond leggja avgjøld á vatnnýtslu, helst tí at vatnið er ikki óavmarkað, og tað er truplari at fáa tað til høldar. Her hjá okkum í Føroyum hevur vatn bara verið har fyri at verða brúkt uttan nakað avgjald.

Vit spurdu jarðfrøðingarnar, um vit í Føroyum eisini eiga at viðgera spurningin um avgjøld fyri at brúka vatn. Sum skilst er tað eitt ynski hjá teimum, sum vara av ráðstevnuni, at spurningurin um at rinda fyri vatnnýtsluna í Føroyum eigur ikki at hava høga raðfesting og als ikki, tá talan er um vanliga borgaran. Hetta eru annars spurningar, sum politiska skipanin má fyrihalda seg til so ella so. Í Danmark hevur tað leingi verið avgjald á vatnnýtslu hjá bæði vinnu og privatum. 

Tað mest týðandi við ráðstevnuni fyri okkum í Føroyum er, at hon fær gongd á eina hugburðsbroyting millum føroyingar til spurningin um vatn breitt. At vit eisini her hugsa í burðardygd tvs. at vit troyta vatn á ein skynsaman og nøktandi hátt til frama fyri land og fólk. Føroysku fyrireikararnir av ráðstevnuni hava tí valt at leggja frá landi við slagorðunum: fyrisiting, samstarv og nýmenning (innovatión).

Hyggja vit út í heim, so hava nógv lond longu skipað vatnnýtsluna undir ein myndugleika,  oftani nevndur “Water Authority”. So langt eru vit ikki komin í Føroyum. Og støðan her er tann, at vatnið yvirornað hoyrir ikki undir nakran ávísan stovn men er heldur partur av arbeiðinum hjá fleiri ymsum stovnum, eitt nú Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, Umhvørvisstovuni, SEV oø.

At tey á Jarðfeingi taka hetta málið í ramasta álvara vísir eisini tað stóra forarbeiði tey hava gjørt undan ráðstevnuni.  M.a. hava tey skrivað til luttakandi oyggjarnar og sett teimum spurningar. Eitt nú:  -Hvat ger tín oyggj við flótandi jarðhitahol. -Hvat við regulering av vatni i sambandi við vatnorku. -Hvussu fyriskipar tín oyggj alt, sum hevur við feskt vatn at gera osfr.

Úrslitið eru fleiri sera áhugaverd svar frá nógvum ymsum oyggjabólkum og verða hesi svarini partur av ráðstevnuni eisini.

-Hetta er so eisini nakað, sum vit á Jarðfeingi fara at taka upp við politisku skipanina seinni, har vit spyrja, um vit hava nokk av vatni til bæði vinnu og vanliga nýtslu í framtíðini? Vit mangla ikki vatn sum so men harafturímóti stýring í sambandi við vatn.

Slíkir spurningar eru sjálvandi ymiskir fyri ymisk oyggjalond. Aðrastaðni í heiminum eru kríggj og stríð um ognarrættin til vatntilfeingið. Grøna orkuskiftið er eisini ein viðkomandi spurningur, tá talan er um vatn. Í dag oysla vit við vatninum. Men heimsins fólkatal veksur og skulu fleiri brúka somu atgongdina til vatn. Her fer vónandi nýggj tøkni at betra um møguleikarnar at troyta vatnið, eitt nú við reinsan av spillvatni sum eitt dømi.

Í Føroyum er vatnið vorðið týðandi partur av arbeiðinum hjá jarðfrøðingum, og her hevur meiri vitan um grundvatnið stóran týdning. Tvs. eisini regulering og burðardygd í orkuhøpi.

Niðurstøðan hjá Óluvu og Barbaru á Jarðfeingi í spurninginum um vatn er greið: Vit eiga at kunna troyta vatn skilabetri og vera meira umhugsin. Í hesum sambandi er neyðugt at gera fleiri kanningar av bæði grundvatni og yvirflatuvatni í Føroyum. Í dag er lítil vitan um hesi.

[object Object]

Oyggjaráðstevnan um vatn verður sett í Norðurlandahúsinum mikumorgun kl. 9.15 av Høgna Hoydal, landsstýrismanni. Hon heldur fram til og við fríggjadagin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder