Innanlands

Vatnið í Kvívík skal kókast

Eisini í pørtum í Fuglafirði og aðrastaðni í landinum er vatntrot

2019-08-13 12:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað hevur verið ógvuliga turt í veðrinum í allarflestu støðunum í landunum seinastu tíðina. Hetta hevur við sær, at vatntrot hevur verið ymsastaðni. Millum annað í Sandavági.

Les eisini: Framvegis vatntrot í Sandavági

Í Leynum hevur tað merkt vatnbrunnin, og fólk eru biðin um at spara, umframt at tað sunnunáttina varð varð skrúðað heilt fyri vátninum.

Í Kvívík er tað nú komið hartil, at vatnið skal kókast. Kommunan skrivar hetta á heimasíðu sínari, og kunnar tá ið viðurskiftini eru í rættlag aftur.

Eisiini í flestu pørtum av Fuglafirði verður mælt til, at vatnið skal kókast. In.fo skrivar, at Fuglafjarðar kommuna mælir sínum borgarum til at kóka vatnið vegna vatntrot. Tað er tó ikki er neyðugt at kóka vatnið hjá teimum, sum búgva á Innandalsvegi, Hornavegi, Stovugerði, Sevdalsvegi, Torkilskróki, Bjarnavegi og Garðavegi.

Í Hósvík og Langasandi hevur eisini verið turkur, og har hevur verið heitt á borgararnar um at spara upp á vatnið, umframt at tað hevur verið stongt fyri vatninum um næturnar. Nú upplýsir Sunda Kommuna tó, at tað er komið í rættlag aftur í Hósvík. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder