Saman við høgættini kemur heilt fitt av vindi mikudagin og hósdagin. Framrokningar vísa, at vit kunnu vænta, at hitalagið fer niður ímóti teim 4 stigunum, har sum vit vanliga seta markið fyri, at fjøllini gerast hvít um 2 dagar ella so.
At fjøllini verða hvít í fyrru helvt av septembur, er ikki so vanligt. Vanliga mugu vit bíða til oktobur. Í fjør vóru fjøllini hvít 12. septembur, og so tíðliga hevur tað ikki verið í 24 ár – t.e. síðan 2000.
Hjá Landsverki skráseta tey fyrstu og síðstu hálkudagar – nær bilar hava verið úti við salti ella hava grivið kava.
Síðan 2000 er fyrsti hálkudagur í miðal 9. oktobur og tann seinasti á flaggdegnum, 25. apríl. At rokna miðaltøl eftir dagatølum í álmanakkanum er altíð áhugavert, men miðaltølini siga bert part av søguni.
Fyrsti hálkudagur seinastu 24 árini var í fjør: 13 september. Árið, har vit máttu bíða longst eftir hálkuni, var í 2001: 4. november. Tað eru næstan tveir mánaðir á muni.
Dagurin, tá ið seinasti hálkudagur er, skiftir nokkso nógv. Í 2011 var síðsti hálkudagur longu 29. mars, men í 2013: 23. mai – t.e. eisini næstan tveir mánaðar seinni.
Hesi árini síðan aldarskiftið hava vetrarnir ikki verið líka drúgvir, tá ið vit telja dagarnar, maskinurnar hjá Landsverki hava saltað og grivið kava.
Seinasti dagurin, teir grívur kava í 2013, var 23. mai. Hetta er eisini seinasta dato síðan 2000, at teir hava grivið kava
Veturin 2010 – 2011 varð saltað og/ella grivið frá 18. oktober til 29. apríl – í 157 dagar. Hetta hevur verið tann stytsti veturin.
Tann drúgvasti var árið fyri, veturin 2009 – 2010. Tá varð grivið og saltað frá 22. september til 12. mai – í 227 dagar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald