Innanlands

Vegirnir verða ruddaðir og saltaðir, er brúk fyri tí

Landsverk hevur ein steðg millum klokkan 18 og 20, men annars verða vegirnir hildnir reinir

(Vevmynd: Landsverk)

(Vevmynd: Landsverk)

2023-12-24 16:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Landsverk sigur, at koyrilíkindini sum heild eru hampilig kring landið í dag.

Krapi á vestmannavegnum, og á vegnum til Gjáar er fryst og ringt at koyra. Har vóru bilar ávegis, tá útvarpið tosaði við Mortan Olsen, vaktleiðara hjá Landsverki klokkan 14.

- Allir bilar eru úti, og eftir ætlan hava vit ein steðg millum klokkan 18 og 20, so okkara fólk kunnu halda jól eina løtu. Um tørvur er á tí, verður ein rundferð aftur tikin tá klokkan 20, sigur Mortan Olsen.

- Einaferð millum klokkan 22 og 23 í kvøld skuldu vit gjarna verið komnir runt, metir hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder