Innanlands

Verðin hevur brúk fyri fleiri eco-brúkarum

3. sunnudagur í advent. Samfelagskalendarin hjá SamFelagið

Birita Arge

Birita Arge

2018-12-16 18:35 Author image
Birita Arge
placeholder

Nú jólini eru í nánd, fer SamFelagið við SamFelagskalendaranum hvønn sunnudag í advent at bjóða einum samfelagsfrøðingi at hugleiða um eitt evni, ið bæði er viðkomandi og umráðandi at varpa ljós á hesa ársins tíð. Teir fýra samfelagsfrøðingarnir fara at svara trimum spurningum út frá teirra fakliga sjónarmiði. Samfelagsfrøðingurin hesa vikuna er Birita Arge.

Tátturin hevur sum endamál at varpa ljós á ymisk samfelagsmál, ið hava ávirkan á okkara samfelag og okkum føroyingar, umframt gevur okkum íblástur til gerandisdag okkara.

Les meiri um SamFelagið á www.samfelagid.fo

Gleðilig Jól

[object Object]

---

Hvat er títt samfelagsfrøðiliga bakstøði?
Eg eri útbúgvin cand.pæd. í didaktikki (materiel kultur) á Århus universitet og havi lisið Finansøkonom á Glasir.

Hvat heldur tú er umráðandi, at vit sum borgarar og samfelag hugsa um hesa ársins tíð?
Í Føroyum liva vit av okkara náttúru, bæði úr sjónum og í haga, og náttúran hevur stóran týdning fyri trivna og heilsu.

Tað er neyðugt at vit hugsa um náttúru og umhvørvið, tí sum tey flestu vita, so blunka nógvar reyðar lampur í hesum sambandi.

Tað finnast fleiri “ego-brúkarar” sum seta sín egna tørv í fremstu røð enn “eco-brúkarar” ið hava eitt størri heildarsýn á verðina, og sum hugsa bæði nær og fjarumhvørvið við í sítt brúk.

Jólamánaðin er fyri mong, ein tíð, har nógv verður keypt og nýtslan er stór, hetta hevur ávirkan á okkara umhvørvi, tí framleiðslan hækkar, og útlátið og ruskmongdin vaksa. Tað er vanligt at keypa nógvar gávur, jólaperurnar eru nógvar, lýsingarbløðini eru mong og handlar kappast um at fáa okkum at keypa.

Í 2011 brúkti danir 60 milliónir kWh bara í jólamánaðinum, hetta svarar til elnýtslu til 15.000 sethús í eitt heilt ár. Matoysl er fyri uml. 1.6 milliardir krónur bara í desembur mánaði. Tað verður ov lítið hugsa um umhvørvið og hvørji árin standast á umhvørvið av tí stóru nýtsluni, sum er í samband við jólini. Vit mugu hugsa um at vit eru fyrimyndir hjá børnum, og tey læra av tí sum vit gera.

Tann eina dagin har eg og mín vaksna dóttir sótu til borðs saman, tosaðu vit um jólini og hvussu jólini plaga at vera fyri mong. Vit tosaðu um allar gávurnar sum verða settar í samband við jólini, og hví tað mundi vera so. Og um hví fólk verða strongd í samband við jólini. Tankin var hví vit ikki bert keypa gávur til tey allarnærmastu. Hon greiddi frá, at hon og hennara vinkonur høvdu avgjørt, at tær ikki keypa gávur sína millum, tí tær meta ikki at tað er neyðugt. Eg gleðist um at hoyra, at tær hugsa meira um hugnaliga samveru, enn at keypa gávur, tí einasti máti at broyta verandi mentan er, at vit broyta tað sum vit gera. Tað er eisini ein møguleiki at hugsa nýggjar tankar og nýggjar hættir at halda jól uppá. Tí vit liva í einum brúkarasamfelag, sum er um at gera enda á okkara náttúru. Vit eru noydd at hugsa nýggjar tankar í hesum sambandi, og ein møguleiki er at at handlar eisini fara at hugsa á nýggjan hátt, við at brúka endurnýtslu og umhvørvisvinarligar vørur. Verðin hevur brúk fyri fleiri eco-brúkarum.

Hvørji ráð vilt tú geva víðari til samfelagið?
Ein rein náttúra, gevur reina føði, og tíðin saman við okkara kæru, kann ikki endurnýtast.

Nú vit eru komin til 3. sunnudag í advent og jólini nærkast í hvørjum, er tað áhugavert at seta spurningin og reflektera um hvat vit seta í samband við jól, og hvussu vit hugsa  at jólamánaðin skal vera.

Skulu vit hugsa nýggjar tankar og loysnir í samband við jólini, og hvussu kunna vit við okkara nýtslu, vera við til at varðveita eitt reint og sunt umhvørvi fyri okkum og onnur?

Tí við broyttum hugburði kunna vit gera nógv í felag við umhvørvis spurningin, og samstundis fáa eini hugnalig og gleðilig jól.

 

Les eisini:
2. sunnudagur í advent: - Set ferðina eitt sindur niður
1. sunnudagur í advent: - Tú kanst suffa alt tú vilt, so leingi tú minnist til at tú heldur jól fyri okkum øll

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder