Innanlands

Møguliga ongin kvotaskipan fyri botnfisk

Høgni Hoydal sigur at ein bólkur sum arbeiðir við umsitingarætlanini og verður liðugur 14. mars, eisini viðgerð um farast skal til eina kvotaskipan á føroyska landgrunninum

Høgni Hoydal vísir ikki aftur, at fiskidagaskipanin heldur fram næsta ár. (Savnsmynd:Sverri Egholm)

Høgni Hoydal vísir ikki aftur, at fiskidagaskipanin heldur fram næsta ár. (Savnsmynd:Sverri Egholm)

2019-02-25 17:33 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

 - Tað situr ein bólkur og ger umsitingarætlan, og tann bólkurin hevur eisini fingið til uppgávu at viðgerða spurningin um fiskidaga- ella kvotaskipan, sigur Høgni Hoydal Landsstýrismaður í fiskivinnumálum. 

Tá fiskivinnukjak var á Torradøgum í síðstu viku segði landsstýrismaðurin, at upprunaliga ætlanin um, at línuskipini- og trolarinir, sum fiska botnfisk á føroyska landgrunninum framyvir skuldu virka eftir einari kvotaskipan, meðan útróðrarflotin framvegis skuldi virka undir fiskidagaskipan, møguliga verður slept. 

Men Høgni Hoydal sigur við Portalin, at hann ikki veit hvat endaliga úrslitið verður, men at bólkurin, sum er mannaður av umboðum fyri manningarfeløgini, reiðarafelagið, Vørn, Havstovuna umframt fiskimálaráðið kemur við einari ætlan áðrenn 14. mars. 

- Tað sum eg segði til fiskivinnukjakið var, at í hvussu so er umboðini fyri vinnuna allarhelst eru ímóti at fara til eina kvotaskipan. Tí veit eg at tað hevur verið tosað um at gera eina fiskidagaskipan, har eitt møguligt mark verður sett á veiðutrýstið, sigur Høgni Hoydal. Hann leggur afturat, at hann eisini hevur frætt frá bólkinum, at tað eisini verður arbeitt við øðrum uppskotum. 

Lógin um fyrisiting av sjóðfeingi sigur, at landsstýrismaðurin skal leggja eina umsitingarætlan fyri tingið, har áseting fyri mest loyvdu veiðu, fiskidøgum og skipan í øðrum fiskiskapi verður avgjørt. Ætlanin er at slík umsitingarætlan skal verða varandi í meira enn bara eitt ár, og at tingið hvørja ferð umsitingarætlan skal viðgerðast, eisini skal avgerða nær ætlanin skal endurskoðast. Tí tykist greitt at talan ikki verður um fiskidagaskipan, har dagatalið skal ásetast á hvørjum ári, eins og tað hevur verið gjørt undir tí gomlu fiskivinnuskipanini. 

- Endamálið er at fáa eina langtíðarætlan, sum tekur øll atlit, sigur Høgni Hoydal. Hann sigur eisini, at um bólkurin, sum arbeiðir við skipanini kemur til tað niðurstøðu, at tað ikki skal farast til kvotaskipan, verður tað viðgjørt í tinginum. 

- Uppskotið til umsitingarætlan verður lagt fram í tinginum sum uppskot til samtyktar og fær eina viðger har, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum at enda. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder