Innanlands

Vilja framvegis hava boð um sjúkan ella deyðan fugl

Alt landið verður nú gjørt til eina sonu, har eigarar av flogfenaði skulu vera sera ansnir við sinum fuglum, nú fuglakrím er staðfest bæði hjá villum fugli og heimafugli í Føroyum, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-10-15 13:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eftir at fuglakrím nú hevur verið staðfest í bæði villum fugli og heimafugli í Føroyum, verður alt landið nú gjørt til eina sonu, har sum eigarar av flogfenaði skulu vera sera ansnir við sínum fuglum. Hetta er fyribils galdandi til 13. desember, sigur Heilsufrøðiliga starvsstovan.

Talan er um hápatogent fuglakrím, HPAI H5N1, sum er sama slagið, sum er staðfest um stóran part av Evropa í ár og tíbetur hevur higartil ikki verði atvold til álvarsama sjúku hjá fólki.

Villu fuglasløgini, ið hava fingið staðfest fuglakrím, eru skúgvur, svartbakur, súla, gamal havhestur, ravnur, fiskimási, bládúgva og kjógvi, og er talan um smittu kring alt landið. Hetta samsvarar eisini væl við, at stórt fellið hevur verið at sæð í fleiri av hesum villu fuglastovnunum í Føroyum, skrivar Heilsufrøðiliga starvsstovan, sum heitir á almenningin um at vera gáin í náttúruni.

Eisini verður framvegis heitt á fólk um at siga frá, um tey koma fram á sjúkan ella deyðan fugl.

– Her hugsa vit serliga um rovfugl og heimafugl. Tó vilja vit eisini vita um annan sjúkan ella deyðan fugl, um 4 ella fleiri eru at finna innanfyri eitt avmarkað øki. Í fráboðanini skal upplýsast fuglaslag eftir førimuni og stað, har ið fuglurin er sæddur. Eisini er sera gott at senda mynd inn við knattstøðu, um tað er møguligt.

Á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni eru eisini nøkur ráð til eigarar av flogfenaði. tey eru soljóðandi:

Hav eitt vakið eyga við fuglunum
Djóraeigarar skulu hava eitt serliga vakið eiga við fuglunum fyri at varnast, um fuglarnir síggja út til at vera sjúkir.

Gev Heilsufrøðiligu starvsstovuni boð, um fuglurin gerst sjúkur ella doyr
Um fleiri enn ein fuglur í einum djórahaldi gerast sjúkir ella doyggja, skal Heilsufrøðiliga starvsstovan hava boð um hetta. Heilsufrøðiliga starvsstovan metir í hvørjum einstøkum føri um, hvørt neyðugt er at gera nærri kanning av fuglunum.

Livandi fuglur skal ikki flytast ímillum ymisk djórahald
Fyri at tálma smittuvandanum sum mest, skal livandi fuglur ikki flytast ímillum ymisk djórahald, meðan alt landið er lagt í eina sonu.

Fóðra heimafuglin innandura, undir taki ella ver hjá til fuglurin er liðugur at eta
Heimafuglur skal helst fóðrast innandura ella undir taki, tá verður minni av villum fugli drigin til økið, og smittuvandin verður tá munandi lækkaður. Um ikki ber til at fóðra undir taki, kann fólk standa hjá heimafuglinum, meðan fóðrað verður, og taka avlopið av fóðri burtur aftur, tá ið fuglurin er liðugur at eta.

Lat vera við at fóðra villan fugl
Fyri at byrgja fyri smittu frá villum fugli til heimafugl, skulu eigarar av heimafugli ikki fóðra villan fugl, meðan alt landið er ein sona.

Reinsa fótbúnaðin
Fótbúnaður kann eisini lættliga dálkast av t.d. fuglaskarni, ið kann bera smittuna, og tí skal fótbúnaðurin reinsast, áðrenn og aftaná farið verður út í t.d. høsnarhús og inngirðingar.

Minka um sambandið millum heimafugl og villan fugl
Mælt verður eisini til at skerja sambandið millum heimafugl og villan fugl, og økir, har ið villur fuglur heldur til. Hetta førir til, at smittuvandin verður tálmaður.

Eisini eru ráð um burturbeining av deyðum fugli, sum ikki kann kannast fyri fuglakrím:

Um so er, at deyður fuglur verður funnin tætt við hús og urtagarðar, og Heilsufrøðiliga starvsstovan ikki metir, at tað er neyðugt at kanna fuglin nærri, kann fuglurin burturbeinast við vanliga húsarhaldsburturkastinum.

Tó er týdningarmikið at halda gott reinføri, um fuglurin skal takast upp. Mann eigur at vera í handskum, og best er at taka fuglin upp við einum posa á ranguni, og smoyggja posan útyvir fuglin. Bind síðani knút á posan og koyr hann í skrell.  Síðani er umráðandi at vaska sær væl um hendurnar, og vaska klæðir og útgerð, ið hevur nortið við fuglin.

Meira kann lesast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder