Innanlands

Vit halda fleiri springarum til enn áður

Søguliga eru vit farin at halda fleiri springarum til seinastu 20 árini enn áður

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

Savnsmynd (Mynd: Sverri Egholm)

2018-09-12 12:56 Author image
Ari av Rana
placeholder

Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur og hvalagranskari á Tjóðsavninum, sigur at vit seinastu 20 árini eru farin at halda fleiri springarum til enn vit søguliga hava gjørt.

- Fyrstu tølini vit hava eru frá 1872. Hyggja vit eftir tølunum frá tá til áleið 1990, tóku vit áleið 60 springarar um árið. Men hetta talið fór at vaksa, og seinastu 20 árini eru vit farin at halda springarum til títtari og hava í miðal tikið um 300 springarar, sigur Bjarni Mikkelsen.

Meðan grindin sum oftast verður hildin til í august mánað, vísir tað seg, at springararnir fyri tað mesta verða tiknir í september.

Júst hví orsøkin er til at fleiri springarar verða tiknir nú, er ikki heilt vist.

- Júst hví vit hava springarar títtari er óvist. Tað hevur eydnast betri at halda springarum til seinastu árini. Tað kann verða at stovnurin er vaksin. Tað kann verða, at útbreiðsluøkið hjá springarastovninum er broytt. Og ein triðja orsøk kann verða, at tøknin er vorðin betri, t.v.s. at vit eitt nú hava motorbátar nú heldur enn árabátar.

Munur er eisini á hvar springarar verða tiknir. Tað vísir seg, at springarar oftast verða sæddir í Suðuroynni, meðan grind oftast verður hildin til í Vágunum og í Klaksvík. At fleiri springarar verða tiknir í Suðuroynni enn aðrastaðni í Føroyum kann verða tí at eingi long sund eru í Suðuroynni, so har er skjótari út eftir springarunum, metir Bjarni Mikkelsen.

Les eisini: Man óttast ikki fyri springarastovninum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder