Knappar 950 milliónir krónur vóru útgoldnar í lønum í juni mánaði. Tað eru slakar 80 milliónir meira enn sama mánað í fjør. Vøksturin er góð 9 prosent.
Lønargjaldingarnar fóru spakuliga at vaksa aftur á heysti í 2020, men hevur ikki havt somu ferð sum undan koronu. Nú eru ábendingar um, at vøksturin er tiltakandi og hevur somu ferð, sum áðrenn koronufarsóttin rakti. Tað vísir trendurin, sum lýsir rákið í lønargjaldingunum mánað fyri mánað, skrivar Hagstovan.
Myndin niðanfyri vísir lønargjaldingarnar fyri kynini bæði. Kámu strikurnar vísa útgoldnu lønirnar, og sterku strikurnar vísa gongdina ella trendin í lønargjaldingunum.
Tá koronufarsóttin rakti í 2020 kom stígur í vøksturin í lønargjaldingunum hjá monnunum. Hjá kvinnunum varð vøksturin avtakandi, men vøksturin steðgaði ikki upp, sum hjá monnunum. Nú er ferð komin á vøksturin bæði hjá monnum og kvinnunum.
Í juni áttu menninir 576 milliónir av lønargjaldingunum, ið svarar til 61 prosent av útgoldnu lønunum. Tað eru 48 milliónir fleiri enn sama mánað í fjør. Kvinnurnar áttu 371 milliónir, sum eru 32 milliónir meira enn sama mánað í fjør.
Lønargjaldingarnar í 'almennari o.a. tænastu' eru vaksnar við rættiliga javnari ferð seinastu tvey árini. Í 'privatu tænastuvinnunum' fóru lønirnar aftur at vaksa í 2021. Lønirnar vaksa lønirnar framvegis, men seinasta hálva árið eru lønirnar ikki vaksnar við somu ferð sum í 2021.
Í 'byggivinnu o.a. tilvirking' eru lønargjaldingar minkaðar síðani 2020, men nú vísir trendurin, at lønargjaldingarnar ikki minka longur og vøkstur hómast.
Í talvuni niðanfyri eru lønargjaldingarnar seinastu tólv mánaðirnar taldar saman og samanbornar við sama tíðarskeið árið fyri. Ein serliga lutfalsliga stórur vøkstur sæst í innan gistihús og matstovuvirki, har vøksturin seinasta árið er knøpp 30 prosent samanborið við undanfarna skeið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald