Uttanlands

World Food Programme: Støðan kann skjótt versna

Stjórin fyri matvøruhjálpina hjá ST heitir á flógvalondini og milliardingar um at hjálpa teimum at loysa trupulleikan

David Beasley, stjóri fyri World Food Programme (Mynd: EPA)

David Beasley, stjóri fyri World Food Programme (Mynd: EPA)

2022-09-24 14:16 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

David Beasley, stjóri fyri matvøruhjálpina hjá ST, World Food Programme ávarar um, at altjóða matvørukreppan kann versna komandi tíðina.

Hann heitir tí á tey, sum eru væl fyri fíggjarliga – serliga flógvalondini og milliardingar – um at geva ein part av teirra yvirskoti til átøk, sum kunnu loysa matveitingartrupulleikan, so sleppast kann undan matvørutroti næsta ár.

Hann sigur, sambært Ritzau, at tá hann gjørdist stjóri fyri nærum seks árum síðani, vóru 80 millónir fólk í heiminum í vanda fyri at svølta. Orsakað av veðurlagstrupulleikum øktist talið til 135 millónir, og undir koronafarsóttini varð talið tvífaldað til 276 milliónir. Í februar byrjaði kríggið millum Russland og Ukraina, og hetta elvdi til trupulleikar við veiting av m.a. matvørum og orku, og er talið økt til 345 milliónir fólk.

Heimurin má gera okkurt nú, sigur Beasley. Um vit ikki hjálpa hesum fólkum, fáa vit hungursneyð, og kann støðan í fleiri londum gerast meira óstøðug enn nakrantíð fyrr.

– Tað fer at vera verri enn fíggjarkreppan í 2007 og 2008 umframt arabiska várið. Vit mugu gera okkurt nú, sigur hann.

Eisini sigur Beasley, at hann stúrir fyri, at afturgongdin í alheimsbúskapinum og spurningurin um trygd fer at fáa lond at lata færri pengar til humaniter endamál.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder