Uttanlands

Xi og Putin hittast í Usbekistan

Í vikuni fer kinesiski forsetin fyri fyrstu ferð í yvir tvey ár at ferðast uttanfyri Kina

Kinesiski forsetin, Xi Jinping hevur ikki verið uttanlands, síðan korona byrjaði at gera um seg fyri meira enn tveimum árum síðani (Mynd: EPA)

Kinesiski forsetin, Xi Jinping hevur ikki verið uttanlands, síðan korona byrjaði at gera um seg fyri meira enn tveimum árum síðani (Mynd: EPA)

2022-09-12 16:11 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í vikuni fer kinesiski forsetin, Xi Jinping at hitta russiska starvsbróðir sín, Vladimir Putin á toppfundi í Usbekistan.

Hetta verður fyrstu ferð, at kinesiski forsetin fer á eina uttanlandsferð, síðan korona byrjaði at gera um seg fyri yvir tveimum árum síðani.

Mikudagin fer Xi at vitja Kasakstan, og hareftir fer hann til Usbekistan, har hann m.a. skal hitta Putin, skrivar tíðindastovan Reuters.

Tað var í farnu viku, at uttanríkispolitiski ráðgevin hjá Putin, Yuri Ushakov segði fyri miðlunum, at Putin væntaði at hitta Xi. Russiska stjórnin vil einki siga um, hvat teir báðir skulu fundast um.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder