Uttanlands

Yvir 30 býir í Kharkiv-økinum tiknir aftur

Hetta er eitt tekin um, at stuðulin úr vesturheiminum riggar, sigur Jens Stoltenberg, aðalskrivari í Nato

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj boðaði fríggjakvøldið frá, at ukrainski herurin hevði tikið fleiri býir aftur í Kharkiv-landslutinum (Mynd: EPA)

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj boðaði fríggjakvøldið frá, at ukrainski herurin hevði tikið fleiri býir aftur í Kharkiv-landslutinum (Mynd: EPA)

2022-09-10 12:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjakvøldið boðaði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj frá, at yvir 30 býir í ukrainska Kharkiv-landslutinum vórðu tiknir aftur av ukrainska herinum.

Í landslutinum er m.a. næststørsti býurin í landinum, Kharkiv.

Sambært embætismanni, sum Russland hevur sett í økinum, verða allir býir í økinum áhaldandi álopnir, og váttar hann, at Ukraina hevur tikið fleiri býir aftur.

Hjálp er boðsend úr Russlandi, og er vónin, at Russland fær tikið økini aftur ein av komandi døgunum, sigur hann sambært Ritzau.

Jens Stoltenberg, aðalskrivari í Nato heldur, at álopini hjá Ukraina í Kharkiv og í Kherson-landslutinum í Suðurukraina eru ein ábending um, at kríggið er farið inn í eina nýggja fasu.

Ukrainski herurin hevur tálmað álopini hjá Moskva í Donbas, vart seg í russiskum øki og tikið øki aftur frá russum, og er hetta eitt tekin um, at stuðulin hjá vesturheiminum hevur riggað, sigur hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder