
Síðan amerikanski forsetin, Donald Trump mikudagin í farnu viku boðaði frá ætlanum sínum um at leggja toll á vørur úr nærum øllum londum í heiminum, hava yvir 50 lond sett seg í samband við Hvítu Húsini fyri at samráðast við Trump.
Tað boðaðu Hvítu Húsini frá sunnudagin.
Amerikanski fíggjarmálaráðharrin, Scott Bessent vil ikki siga, um hesi londini kunnu vænta at fáa nakað burturúr. Tann avgerðin liggur hjá Trump, sigur hann.
– Í løtuni hevur hann givið sær sjálvum best møguliga samráðingarstøðuna. Vit fáa at síggja, hvat londini kunnu bjóða, og um tað er álítandi, sigur Bessent.
Sjálvur hevur Trump sagt, at hann fer ikki at broyta sín politikk.
Handilskríggið hjá USA hevur elvt til stórt fall á altjóða partabrævamarknaðinum seinastu dagarnar, og stjórin í amerikanska miðbankanum hevur ávarað um, at hetta kann elva til hægri arbeiðsloysi og hægri prísvøkstur.
Les eisini: Miðbankastjórin ávarar Trump - men hann fer ikki at broyta politikk
Les eisini: Blóðreyð tøl í morgun
Sjálvur sigur Trump, at tollurin gevur USA milliardir av dollarum, og "tað er vakurt at síggja".
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald