2021-08-31 12:10

Nú eru 70.940 koppsetingar gjørdar í Føroyum. 36.665 fólk hava fingið fyrru koppsetingina, og 34.275 hava fingið seinnu koppsetingina, og eru liðugt koppsett.
Hetta svarar, sambært corona.fo, til, at 68,7 prosent av fólkinum í Føroyum eru koppsett fyri koronu, og at 64,2 prosent av fólkinum eru liðugt koppsett.
Í gjár vórðu 238 fólk koppsett. 40 fólk fingu fyrru koppsetingina, og 198 fólk fingu seinnu koppsetingina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald