Uttanlands

Zelenskyj: Russland fær vápn úr Kina

Ukrainski forsetin sigur seg hava upplýsingar um, at Russland fær vápn og lóður úr Kina

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj (Mynd: EPA)

2025-04-18 12:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ukraina hevur upplýsingar um, at Russland fær skotvápn og lóður úr Kina, sigur ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj.

– Vit halda, at umboð fyri Kina taka hava samband við framleiðsluni av ávísum vápnum á russiskum øki, segði hann á tíðindafundi í ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv hósdagin.

Ukrainski forsetin leggur afturat, at hann fer at leggja fram meira kunning um hetta í komandi viku, skrivar Ritzau.

Herfyri almannakunngjørdi Ukraina eisini upplýsingar um, at kinesiskir ríkisbrogarar stríðast fyri Russland í krígnum. Kina hevur annars higartil sagt, at landið er uttanveltað í krígnum, sum byrjaði í februar 2022.

Kina og Russland hava eitt tætt samstarv, og Ukraina hevur áður heitt á Kina um at leggja trýst á Russland fyri at fáa eina friðaravtalu í lag.

Zelenskyj sigur seg vera vónbrotnan, tí at kinesiski forsetin, Xi Jinping hevði lovað honum, at Kina ikki fór at selja ella lata russum vápn.

– Eg kann ikki siga, at hetta kemur óvart á okkum. Men vit tosaðu við kinesiska leiðaran, og hann lovaði okkum, at hann ikki fer at selja ella lata Russlandi vápn. Tíverri hava vit upplýsingar um tað øvuta, sigur Zelenskyj sambært Politico.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder