Seinastu hálvaaðru vikuna hevur Ukraina vunnið 2000 ferkilometrar av landaøki aftur frá Russlandi.
Tað segði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj leygarkvøldið.
Sambært Zelenskyj rýma russar í løtuni undan álopum frá ukrainska herinum, sum seinastu dagarnar hevur tikið fleiri býir aftur frá russum í Eystur- og Landnyrðingsukraina.
Hósdagin segði Zelenskyj, at Ukraina hevði vunnið 1000 ferkilometrar aftur frá Russlandi, og løgdust sostatt 1000 ferkilometrar afturat uppá fáar dagar.
Sambært Ritzau varð eisini upplýst, at ukrainar vóru farnir inn í býin Izium, sum hevur havt stóran strategiskan týdning fyri Russland. Izium, sum Russland hevði hersett í fimm mánaðir, hevur verið ein týðandi flutningsleið hjá russum.
Russland váttaði sambært russisku tíðindastovuni Tass, at russar fóru úr býnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald