Uttanlands

Zelenskyj váttar, at Ukraina hevur tikið týðandi bý aftur frá Russlandi

At Ukraina hevur vunnið býin Izium aftur verður roknað sum størsti sigurin hjá ukrainum, síðan tað eydnaðist at fáa russiska herin burtur frá høvuðsstaðnum Kyiv

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj markeraði í gjár í røðu sínari, at 200 dagar eru farnir, síðan Russland leyp á Ukraina (Mynd: EPA)

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj markeraði í gjár í røðu sínari, at 200 dagar eru farnir, síðan Russland leyp á Ukraina (Mynd: EPA)

2022-09-12 09:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj váttar, at Ukraina hevur vunnið eysturukrainska býin Izium aftur frá Russlandi.

Í røðu sunnukvøldið markeraði Zelenskyj, at tað vóru 200 dagar síðan, at Russland leyp á Ukraina. Hann takkaði í hesum sambandi ukrainsk herfólk fyri at hava "bjargað hundraðtals býum og bygdum. Seinast býirnir Balaklija, Izium og Kupjansk”.

Nevndu býirnir hava jarnbreytarsamband við Russland, og hava teir verið avgerandi fyri, at Russland hevur kunnað flutt vápn og herfólk inn í Donbas-økið, har landslutirnir Luhansk og Donetsk eru.

At Ukraina hevur vunnið Izium aftur verður roknað sum størsti sigurin hjá ukrainum á víðvøllinum, síðan tað eydnaðist at fáa russiska herin burtur frá høvuðsstaðnum Kyiv.

Herovastin í Ukraina upplýsir, sambært Ritzau, at ukrainski herurin nú hevur vunnið 3000 ferkilometrar av hersettum landaøki aftur frá Russlandi. Tað hevur tó ikki verið møguligt at vátta hetta frá óheftari síðu.

Amerikanskir serfrøðingar meta, at ukrainski herurin uppá fimm dagar hevur tikið meira land, enn russiski herurin hevur hersett síðan apríl.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder