ES-lond eiga at vera opin fyri russiskum ríkisborgarum, sum rýma undan hertænastu í Russlandi.
Tað sigur Charles Michel, ES-forseti í samrøðu við miðilin Politico, sum Sky News endurgevur.
– Vit skulu vísa opinleika yvirfyri teimum, sum ikki ynskja at verða brúkt sum eitt amboð hjá Kreml, sigur hann og leggur afturat, at mann eisini skal taka ímóti teimum, sum eru í vanda, tí tey ikki taka undir við krígnum í Ukraina.
– Sum meginreglu haldi eg, at ES-lond skulu taka ímóti teimum, sum eru í vanda orsakað av teirra poltisku sannføring, sigur hann.
Tað var mikumorgunin, at russiski forsetin, Vladimir Putin boðaði frá, at Russland fór at innkalla 300.000 hermenn afturat til kríggið í Ukraina, og síðan tá eru russar í hópatali rýmdir av landinum.
ES-londini Litava, Lettland og Estland, sum eru grannar hjá Russlandi, hava longu boðað frá, at tey ikki fara at lata upp fyri russum. Men nógvir russar eru farnir um finska markið.
Les eisini: Fleiri enn 7.000 russar komu til finska markið í gjár
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald