2019-07-10 18:05
Nógv munnu verða, sum hava roynt at sovið í bilinum, tá tey hava verið á G! Festivalinum. Men fyriskipararnir gera vart við, at hetta ikki er loyvt.
Fyriskipararnir siga at tey ofta hava sæð, at tá fólk hava búð ein heilan festival í bilinum, sær økið runt um bilin ræðuligt út, tá hesi fara.
Parkeringsøki er í Gøtugjógv og í Norðragøtu á festivalinum. Men fólk verða biðin um bara at stilla bilin har, og ikki sova í honum ella brúka hann sum kamping.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald