placeholder
Uttanlands

– Ójavna býtið av koppingarevni gerst ræðuligari og ræðuligari

Meðan onnur lond hava framt fleiri milliónir koppsetingar eru onnur lond, sum einki koppingarevni hava fingið, og verður koppingarevnið ikki býtt meira rættvíst millum øll londini, er vandi fyri, at nýggj frábrigdi spreiða seg til allan heimin, sigur aðalstjórin hjá Heimsheilsustovninum, WHO

Tedros Ghebreyesus, aðalstjóri hjá Heimsheilsustovninum, WHO (Savnsmynd)

Tedros Ghebreyesus, aðalstjóri hjá Heimsheilsustovninum, WHO (Savnsmynd)

2021-03-23 12:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ójavna býtið av koppingarevni millum heimsins lond verður bert ræðuligari og ræðuligari, sigur Tedros Ghebreyesus, aðalstjóri hjá Heimsheilsustovninum, WHO.

– Munurin millum talið á koppsetingum í ríkum londum og talið á koppsetingum, sum eru framdar gjøgnum Covax-samstarvið verður meira ræðuligt fyri hvønn dag.

Fleiri rík lond hava lovað at stuðla Covax, sum skal tryggja, at fátæk lond fáa nóg mikið av koppingarevni. Enn eru tó lond, sum einki koppingarevni hava fingið, samstundis sum onnur lond hava framt fleiri mió. koppsetingar og bílagt tvífalt so nógvar skamtar sum tey hava íbúgvar.

– Lond, sum eru farin í holt við at koppseta tey ungu og frísku, sum eru í lítlum vanda fyri covid-19 gera hetta fyri rokningina hjá heilsustarvsfólkum, eldri borgarum og øðrum í vandabólki úr øðrum londum, sigur aðalstjórin.

Tedros Ghebreyesus hevur fleiri ferðir víst á, at mann eigur at býta koppingarevni javnt millum londini í heiminum. Verður hetta ikki gjørt, er vandi fyri, at nýggj frábrigdi spreiða seg til allan heimin, sigur hann sambært Ritzau.

Samstundis ávarar Heimsheilsustovnurin lond ímóti at líta alt ov nógv á teirra koppsetingarætlan. Tað at londini brúka ov langa tíð um at koppseta borgarar sínar, samstundis sum smittufyribyrgjandi tiltøkini verða linkað, kann hava við sær, at ein nýggj smittubylgja kemur, verður sagt.

Sambært Maria Van Kerkhove, ein av fremstu covid-19 granskarunum hjá Heimsheilsustovninum, er hetta ein vandamikil kombinatión.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder