Uttanlands

– Skulu finna eina friðarliga loysn

Tað sigur indiski forsætisráðharrin, sum fríggjadagin vitjaði í Kyiv

Indiski forsætisráðharrin Narendra Modi og ukrainski forsetin Volodymyr Zelensky (Mynd: EPA)

Indiski forsætisráðharrin Narendra Modi og ukrainski forsetin Volodymyr Zelensky (Mynd: EPA)

2024-08-24 14:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á vitjan í ukrainska høvuðsstaðnum Kyiv fríggjadagin kom indiski forsætisráðharrin, Narendra Modi við áheitan um at finna eina friðarliga loysn fyri at enda kríggið millum Russland og Ukraina.

India hevur ikki beinleiðis fordømt russisku innrásina í Ukraina. Í staðin hevur India bjóðað seg fram sum møguligt millumgongufólk millum stríðandi partarnar.

Í juni vitjaði Modi russiska forsetan, Vladimir Putin, og har segði hann eisini, at stríðið ikki skuldi loysast á vígvøllinum men gjøgnum samskifti, og bjóðaði hann seg fram at hjálpa við at finna eina loysn.

Tá Modi fríggjadagin vitjaði Zelenskyj, lovaði hann eisini at lata neyðhjálp til Ukraina.

– Uttan mun til hvat slag av neyðhjálp tørvur er á, fer India altíð at hjálpa tykkum, segði hann.

Hetta var fyrstu ferð, at Modi vitjaði í Ukraina, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder