
Mánakvøldið í sambandi við, at forsetin í El Salvador, Nayib Bukele, vitjaði í Hvítu Húsunum, endurtók amerikanski forsetin, Donald Trump skuldsetingina um, at tað var Ukraina, sum byrjaði kríggið móti Russlandi.
Les eisini: Trump heldur á at skuldseta Zelenskyj fyri kríggið
Hósdagin, tá italski forsætisráðharrin, Giorgia Meloni vitjaði í Washington, vísti hann tó aftur, at hann hevði givið Ukraina skyldina.
– Eg haldi ikki, at Zelenskyj (ukrainski forsetin, red.) hevur skyldina, men eg eri ikki beinleiðis fegin um, at kríggið brast á, segði Trump á felags tíðindafundi við Meloni.
– Eg gevi honum ikki skyldina, men eg sigi bara, at hann hevur ikki klárað seg nóg væl, okay?
Italski forsætisráðharrin segði á tíðindafundinum, at hon stuðlaði arbeiðnum hjá Trump-umsitingini við at fáa eina vápnahvíld í lag millum Russland og Ukraina, sum hava verið í kríggi í yvir trý ár.
– Saman kunnu vit byggja upp rættvísan og varandi frið, segði hon sambært Ritzau.
Les eisini: Trump og Meloni vís í, at ES og USA kunnu gera eina tollavtalu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald