2026-11-03 08:58
Ferðsluløgreglan avdúkaði fyrrapartin í gjár ikki færri enn 12 bilførarar, sum tosaðu í telefon meðan teir koyrdu.
Harumframt var ein bilførari eisini skuldsettur fyri at koyra við trimum niðurslitnum dekkum.
Og ein prutlførari var tikin fyri at koyra alt ov skjótt. Prutlið varð mált at koyra 56 kilometrar um tíman.
Ferðslukanningarnar vórðu gjørdar í Havn og í Eysturoynni frá umleið 9 til út móti middegi, upplýsir vaktleiðarin á løgreglustøðini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald