
Grindin, ið varð funnin millum Hvítanes og Flesjarnar í morgun, er nú komin norð ímóti Hósvík. Hon er á veg til Hvalvíkar, har hon verður hildin til, men sambært sýslumanninum Finnboga Midjord, gongur tað heldur seint at reka, so tað verður helst ein tími afturat ella so.
Sýslumaðurin upplýsir, at grindin kavar so illa, og tí gongur tað so seint. Hann metir, at talan er um 20-30 hval, og at talan er um smáir hvalir. 25 bátar eru hjá grindini.
Grindin gongur í tveimum bólkum. 4-5 hvalir vildu ikki við og lógu eftir, tá farið var undir at reka.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald