Í gjár, hósdagin 3. juni, vórðu 851 fólk koppsett í Føroyum. Heimasíðan corona.fo skrivar, 164 fólk fingu fyrra prikið og 687 fólk fingu tað seinna.
Hetta merkir at nú eru tilsamans 34.082 koppsetingar gjørdar í Føroyum - allar við koppingarevninum frá Pfizer/BioNTech.
Tað merkir eisini, at 21.007 fólk - tað svarar til 39,5 prosent av fólkatalinum - hava fingið fyrru koppsetingina.
13.075 fólk hava fingið seinnu koppsetingina og eru harvið liðugt koppsett. Hetta er næstan ein fjórðingur - 24,6 prosent av fólkatalinum.
Niður í ferð aftur
Átta nýggir koronutilburðir vórðu staðfestir í gjár. Í løtuni eru 47 persónar staðfestir positivir við koronu í Føroyum. Heilsumyndugleikarnir meta ikki, at tamarhald er á smittuni. Tískil kom løgmaður við einari áheitan um, at fáa samfelagið niður í ferð næstu tíðina.
Les eisini:
Steðga á í eina viku
Pál Weihe: Ikki vist at ein vika er nóg mikið
Hesi stóru tiltøkini eru avlýst
Flest øll størri almenn tiltøk sum skuldu verða í vikuskiftini, so sum Norðoyastevnan og Mentanarnáttin, eru útsett/avlýst ella verða uttan áskoðarar. Læknavísindin hevur víst á, at koppsetingin er sera trygg - eisini tann fyrsta koppsetingin í sær sjálvum, tó at tað ikki er heilt vís hvussu prosenttalið er. Tað tykist tó vera greið semja um, at ikki nóg nógv eru koppsett enn, í mun til at hava samfelagið heilt opið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald