2025-05-28 08:05

Ein útlendskur maður í tríatiárunum varð í gjár afturhildin, tá hann kom við Norrønu úr Íslandi.
Løgreglan visti um persónin áðrenn, og hevði givið TAKS boð.
Pappírini vórðu kannaði, og tað sást, at tey ikki vóru í lagi.
Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn í morgun sigur, at her kann talan vera um okkurt slag av skjalafalsan.
Malið verður kannað nærrið i løtuni - maðurin sleppur ongan veg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald