Innanlands

Ansni sett nýggjan toghaldara í Suðuroy

Tóki Hartmann Niclassen byrjar í starvinum hjá Trygdarfelagnum Ansni í Suðuroynni 1. august

Tóki Hartmann Niclassen

Tóki Hartmann Niclassen

2019-07-09 17:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tóki er væl kendur í oynni, og hann kemur at røkja allar tær skyldur, sum felagið hevur í oynni. Umframt hetta er hann sjálvsagt altíð er fúsur til at avgreiða ymiskar aðrar fyrifallandi uppgávur, sum Ansni kann gera fyri viðskiftafólk í oynni.

Virksemið hjá Ansni í Suðuroy er rættiliga umfatandi, men rúm er sjálvsagt altíð fyri nýggjum uppgávum og nýggjum viðskiftafólkum, og Tóki er altíð klárur til at svara fyrispurningum, um áhugi er fyri hesum.

Umframt Tóka Hartmann Niclassen hevur Ansni tvey onnur fólk, sum av og á hjálpa til við ymiskum uppgávum hjá felagnum í Suðuroy.

- Ansni

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder