Tá Prentmiðstøðin gavst við sínum virksemi í fjør, merkti tað samstundis, at føroysku bløðini verða prentað í Danmark, og verða flogin heim hvørja viku.
Men skerda flogferðslan ger, at Sosialurin og Dimmakætting ikki vórðui tikin við flogfarinum í gjárkvøldið.
Í felags fráboðan á In.fo og Dimma.fo siga blaðstjórararnir á bløðunum, at flogførini eru á tremur við ferðafólki, og tí verður allur farmurin ikki tikin við.
Tað merkir at bløðini í fyrsta lagi kunnu koma til FØroya við einasta flogfarinum, sum flýgur í dag, og tað lendir ikki fyrr enn klokkan 19:10 í kvøld. Hetta merkir so aftur tað, at Posta ikki fær bløðini út til haldarar fyrr enn mánamorgunin. Men haldarar, sum hava postboks í Havn, fáa bløðini í boksina í kvøld, verður sagt.
Sosialurin og Dimmalætting verða væntandi í sølubúðunum í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald