Thomas Borgen boðaði í gjár frá, at hann ætlar at fara úr starvinum sum forstjóri í Danske Bank, og sambært B.T. kann hann fara heim við tvísiffraða milliónupphædd, hóast hann sjálvur hevur sagt seg úr starvi.
Í gjár varð úrslitið av einari innanhýsiskanning hjá Danske Bank um hvítvasking av pengum eisini lagt fram á tíðindafundi.
Thomas Borgen fer eftir ætlan úr starvinum, tá ein avloysari er funnin.
Í sáttmálanum hjá Thomas Borgen stendur, at hann hevur rætt til løn í 12 mánaðar.
Í fjør var árslønin hjá Thomas Borgen 17,4 milliónir krónur, harav 11,5 milliónir var løn, 2,2 milliónir eftirløn, meðan restin var partabrøv og eykaágóðar.
Sostatt kann Thomas Borgen fara úr bankanum við í minsta lagið 13,7 milliónum krónum.
Eisini fer Thomas Borgen at kunna varðveita øll síni partabrøv í bankanum.
Les eisini: - Eg skuldi havt gjørt meira
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald