Brasilski forsetin Jair Bolsonaro hevur fingið staðfest korona, tað upplýsti hann týsdagin í eini sjónvarpssamrøðu.
Bolsonaro varð kannaður mánadagin eftir at hann hevði havt fepur og pínu í kroppinum. Kanningin var positiv staðfesti forsetin beinleiðis í sjónvarpi.
Jair Bolsonaro hevur meðan farsóttin hevur herja, roynt at tóna niður týdningin av smittuni. Hann hevur eisini verið mótstøðumaður ímóti avbyrging og at lata samfelagið aftur, tí hann metir at búskapurin kann líða ov stóran skaða av hesum.
Brasilia er tað landi, ið hevur skrásett næstflestar tilburðir av Covid-19 eftir USA.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald