Innanlands

Bussleiðin í høvuðsstaðnum byrjar at koyra klokkan hálvgum tíggju

Talan er um leið 1, 2, 3 og 4. Tað er framvegis nógvur vindur, men samferðslan kring landið kemur spakuliga í gongd, og skúlagongd ymsastaðni byrjar út á fyrrapartin

Harðar hvirlur hava verið í høvuðsstaðnum síðstu løtuna, men tað fer sambært forsøgnini at batna har og kring landið skjótt (Mynd: torshavn.fo)

Harðar hvirlur hava verið í høvuðsstaðnum síðstu løtuna, men tað fer sambært forsøgnini at batna har og kring landið skjótt (Mynd: torshavn.fo)

2023-02-08 08:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vindurin er framvegis heilt nógvur kring landið og millum annað í høvuðsstaðnum, har nakrar harðar hvirlur hava verið seinastu løtuna, umframt heglingur. 

Umboð fyri sløkkiliðið í Tórshavn var í Góðan Morgun Føroyar fyri lítlari løtu síðani, og boðaði frá at nógvar uppgávur vóru komnar inn seinastu løtuni - fyriuttan leysar tekjur og annað í sjálvum høvuðsstaðnum var eitt lið í Kollfjarðardali, har eldur var komin í.

Veðrið stendur til at batna út á fyrrapartin, og løgreglan væntaði, at millum níggju og tíggju fór at vera at betur.

Les eisini: Mæla frá allari koyring

Tað er júst millum klokkan níggju og tíggju, at býarbussirnir i Tórshavnar kommunu fara undir sína koyring.

- Leið 1, 2, 3 og 4 byrja at koyra í morgun 8. februar klokkan 9.30.

Hetta skrivaði torshavn.fo fyri løtu síðani. Leið 5 og Leið 6 fara í gongd eitt sindur seinni 

Strandferðslan boðaði longu í gjár frá ymiskum broytingum og avlýsingum fyri fyrrapartin, men bussar og ferjur ymsastaðni fara í gongd skjótt. Til ber at síggja yvirlit á ssl.fo

Nógvir fólkaskúlar kring landið hava útsett skúlagongdina í dag nakað og hava sett hana at byrja klokkan 9.45 ella klokkan 10. Soleiðis er millum annað við fleiri skúlum og stovnum í høvuðsstaðnum.

Eysturkommuna hevur boðað frá, at eingin skúlagongd er í dag; løgreglan segði í morgun, at Leirvík var staðið, har flest fráboðanir um vindskaðar vóru komnir, og tað hevur eisini verið ringt í Gøtu.

Les eisini: Hava fingið fleiri enn hundrað fráboðanir síðani klokkan seks í gjárkvøldið

Dagført: 09.45

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder