
Sonevnda HOPE-verkætlan fygir atferðini hjá donsku íbúgvunum undir koronu-farsóttini, og í seinastu úrsltini hjá HOPE hava veruliga vakt ans í donskum miðlum í dag.
Tey vísa greitt, at stúranini hjá brogarunum í Danmark um korona er nógv fallandi - hóast smittutølini seinastu mánaðin eru hækkað nógv Michael Bang Petersen, ið er professari á Aarhus Universitet og leiðari á verkætlanini, sigur í samband við kunngerðina, at har er ein broyting í háttinum, ið korona verður tulkað í samfelagnum.
Hetta hongur saman við, at tað er vorið meira vanligt, at talið av smittaðum dagliga er fimmsiffrað, og at fólk og samfelagið sum heild nú fylgja meira við talið av innløgdum, og hvussu støðan er í heilsuverkinum. Júst har kann staðfestast, at tølini - serliga um hugt verður eftir innløgdum á vøkudeildunum - ikki fylgja við. Tey eru í roynd og veru nógv lægri enn síðsta vetur, og serliga sæð í ljósinum av, at nógv fleiri eru smittað nú, so er einki veruligt trýst á, vegna koronu.
Omikron, Føroyar og tilmæli
Lutfallið millum smittað og innløgd hongur sjálvandi saman við Omikron-frábrigdinum, sum framvegis er lutfalsliga nýggjur, men sum tykist at fara at verða tann, ið gera enda á koronu sum ein heimsfarsótt - nakað ið serfrøðingar ymsastaðni í Evropa vísa á. Tað er eisini hetta frábrigdi, ið er í umferð í Føroyum. Tað smittar illa, men gevur ógvuliga sjálvdan sterk sjúkueyðkenni.
Slík kanning, sum HOPE hevur gjørt, er ikki gjørd í Føroyum, men er lítil ivi um, at støðan og hugburðurin her kann samanberast. Borgarar troyttst av áhaldandi, og til tíðir ógreiðum, tilmælum. Tað er vorðin teimum flestu greitt, at Omikron ikki leggur trýst á sjúkrahúsverki, hóast áhaldandi fleri hundrað dagligir tilburðir verða staðfestir. Í løtuni eru 1.666 skrásett smittað við koronu í Føroyum, men bert trý fólk eru innløgd orsakað av koronu - hetta svarar til 0,18 prosent.
Landstýrismaðurin í heilsumálum gjørdi í vikuskiftinum støðuna upp í samrøðu við Kringvarpið:
- Eg haldi ikki, vit skulu gera hetta ein dag meira enn tað kemur meining. Tí at logikkurin byrjar at fara og fólk eru æviga troytt av hesum. Og tað verður ringt at blíva við, við hesum her, um ikki okkurt álvarsligt hendir við einum varianti, sum er nógv farligari enn tann sum er nú.
- Eg haldi at farsóttarnevndin skal koma við nøkrum boðum uppá hvussu vit fyrihalda okkum. Eg taki ikki avgerð um hetta, men eg hyggi bara eftir hvørja orku vit brúka í okkara sjúkrahúsverki til testingar. Vit mugu til at meta um, hvussu nógv vit brúka uppá hetta her, og um vit taka resursir frá øðrum diagnosum. Tað kjakið má í gongd nú, heldur landsstýrismaðurin.
Les eisini:
- Torført at forsvara koronuavmarkingar longur
Vil vita um støðan í heilsuverkinum er broytt
Landstýrið tók mánadagin koronupassið, ið kom ígjøgnum eftir áhaldandi trýsti frá Farsóttarnevndini, ávísum miðlum og stúrnum borgarum, og sum ongan veruligan virknað hevði størsta partin av tíðini, úr gildi. Samstundis varð fráboðað, at Farsóttarnevndin kemur við kunning um tillagingar í sóttarhaldsreglunum seinni í vikuni. Ein "exit-strategi" fyriliggur tó ikki enn - tað er ov tíðliga í mun til Omikron, staðfestir nevndin.
Í Danmark ganga verandi avmarkingar út mánadagin, og TV2 hevur í dag skrivað, hvørjar broytingar kunnu væntast. Hildið verður fast um koronupass, og ávist tal av samlaðum - ívussu er innandura, har krav eisini verður um munnbind. Tilmælini í Føroyum, ið ikki gongur eftir ferðslujósskipanini longur, síggjast her.
Dagført: 12.56
Les eisini: Spania fer at handfara korona sum vanligt krim
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald