Umboðsmannatingið hevur atkvøtt fyri at fara undir eitt ríkisrættarmál móti amerikanska forsetanum, Donald Trump, fyri at hava eggjað til ruðuleika á Capitol Hill í síðstu viku.
Tað var avgjørt í umboðsmannatinginum í kvøld, skrivar Ritzau tíðindastovan.
Senatið skal síðani taka avgerð um Trump skal staðfestast sekur ella ikki. Tveir triðingar av Senatinum skulu atkvøða fyri, um Trump skal vera sekur.
Í Senatinum er valdsjavnvágin 50-50 millum demokratarnar og republikanararnar, og sostatt skulu minst 17 republikanarar venda Trump bakið, um hann skal staðfestast sekur.
Verður Trump staðfestur sekur eftir, at hann er farin frá sum forseti, missir hann fyrimunir sum fyrrverandi forseti, so sum trygd og pensión. Hann sleppur heldur ikki at stilla upp aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald