2018-07-05 19:41
31 ára gamli Aaron Gibbons og børn hansara vóru á vitjan á Sentry Island í Hudson Bay í Kanada, har tey vóru farin at fiska.
Gibbons, sum búði við sínari familju í norðasta parti av Kanada í Nunavut, var farin til Sentry Island, sum er eitt kent fiski- og veiðistað.
Týsdagin hendi tað, at ein hvítabjørn nærkaðist familjuni. Aaron Gibbons stillaði seg ímillum hvítabjørnina og børnini fyri at verja tey, og hvítabjørnin drap hann. Gibbons hevði einki á sær at verja seg fyri álopinum, skrivar CNN.
Hvítabjørnin varð seinni skotin og dripin av øðrum á oynni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald