Níggju ára gamli smádrongurin, sum leitað hevur verið eftir á Sandoynni í nátt og í morgun, er funnin.
Løgreglan fekk fráboðan stutt eftir midnátt, at foreldrini ikki vistu hvar drongurin var. Hildið varð at drongurin var farin niðan í hagan at sova í tjaldi saman við nøkrum eldri dreingjum, og klokkan eitt fór løgreglan at leita í fjøllunum eftir dronginum, men mjørkin var ov tjúkkur.
Í morgun fór løgreglumaður við hundi saman við staðkendum bónda at leita eftir dronginum.
- Vit fingu fatur á einum vinmanni í telefonini. Hann segði okkum, at drongurin lá og svav í tjaldi saman við teimum, sigur vaktarleiðarin á løgreglustøðini.
Talan var um eina misskiljing millum drongin og foreldrini, sum gjørdi, at drongurin var lýstur saknaður.
Løgreglumaðurin og staðkendi bóndin vóru hjá dronginum um níggju tíðina, og nú eru teir um at verða komnir heimaftur.
Les eisini: Ráða fólki frá at fara niðan í hagan at leita
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald