
Hóast vit ikki eru nøkur hóttan ímóti springarastovninum, so eiga vit at umhugsa um vit eiga at drepa springarar. Tað heldur Bjarni Mikkelsen, lívfrøðingur og hvalagranskari á Tjóðsavninum. Orsøkin er, at springaradrápið kann skaða grindadrápið.
- Grindin er eitt tilfeingi, har bygdir og øki fáa nógvan mat, meðan tað sama ikki kann sigast um springarar. Har er ikki sami matur, og spikið verður ikki tikið, sigur Bjarni Mikkelsen.
Les eisini: Man óttast ikki fyri springarastovninum
Orsøkin til at Bjarni Mikkelsen heldur, at hetta er ein spurningur, sum vit eiga at viðgera, er at meðan umheimurin í longri tíð hevur sæð myndir av grindadrápi, so er hann ikki vanur við myndir frá springaradrápið.
Hetta er hann tó møguliga nú, tí at í morgun hava fleiri bretskir miðlar víst myndir frá springaradrápinum í Hvalvík í gjár.
- Grindadrápið er siðbundin veiða og hevur týdning. Tí er eisini neyðugt, at vit meta um, um man vil leggja grindadrápið undir óneyðugt trýst, við at taka springarar, sum ikki hava sama samfelagsligan týdning, sigur Bjarni Mikkelsen at enda.
Les eisini: Vit halda fleiri springarum til enn áður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald