Leygardagin var býurin Lleida í Katalonia avbyrgdur eftir stóra øking í smittutilburðum. Mánadagin var enn ein spanskur býur avbyrgdur eftir stóran vøkstur í smittutilburðum.
Talan er um býin A Marina, sum liggur í landspartinum Galisia. Talið av smittaðum í A Marina er næstan tvífalda uppá 24 tímar. Avbyrgingin merkir at fólk hvørki sleppa at ferðast til ella úr býnum.
Hetta ger at 270.000 íbúgvar nú eru avbyrgdir í teimum báðum býnum. Einans fólk sum arbeiða í býnum sleppa inn í hesar býirnar.
Býurin A Marina er fyribils afturlatin í eina viku, meðan Lleida er fyribils afturlatin í tvær vikur.
Í Spania eru tað skrásett meira enn 250.000 tilburðir av Covid-19, meðan 28.385 hava latið lív við smittuni.
---
Fakta: Ikki er vist, at øll eru deyð av covid-19 virus.
Gjørt verður vart við, at tað ikki er vist, at tey fólk, sum eru skrásett at vera deyð orsakað av covid-19, veruliga eru deyð av hesum virus. Altjóða skipanirnar, fyri skjótt at staðfesta og dagføra talið av deyðum, eru soleiðis innrættaðar, at um ein persónur doyr, og viðkomandi er skrásettur at hava verið raktur av covid-19 í einum tíðarskeiði á 60 dagar innan deyðin varð staðfestur, verður hesin skrásettur sum eitt av offrunum fyri heimsumfatandi covid-19 umfarssóttini.
Hetta er gjørt fyri lættari at kunna heinta upplýsingar út úr verandi edv- og kt-skipanum. Sostatt má roknast við, at ein partur av teimum deyðu í uppgerðini eru deyð av orsøkum, sum einki hava við covid-19 smittuna at gera.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald