Fjølmiðlakærunevndin metir ikki grundarlag vera fyri at geva Norðlýsinum átalu fyri at leggja Fiskimálaráðið undir at handla í heimildarloysi, og heldur ikki fyri at siga, at Fiskimálaráðið hevði váttað, at heimild ikki var fyri avgerðini.
Les eisini: Norðlýsið kært til fjølmiðlanevndina
Fjølmiðlakærunevndin heldur tó, at Norðlýsið átti at endurgivið fiskimálaráðnum loyalt.
Tað segði Útvarpið í dag.
Fiskimálaráðið hevur víst á, at avgerðin varð tikin vísandi til óskrivaða lógarheimild í fyrisitingarrættinum og tískil ikki í heimildarloysi.
Norðlýsið kallar avgerðina hjá fjølmiðlakærunevndini ein sigur.
- Fyri Norðlýsið og ta føroysku pressuna er hetta ein lítil sigur, tí við hesum er greitt, at eitt óneyvt orðaval ikki er grundarlag fyri at geva átalu, tá tað greitt framgongur av samanhanginum, hvat liggur í orðavalinum, skrivar Norðlýsið í kvøld.
Tað var í mars mánaða, at Fiskimálaráðið kærdi Norðlýsið og John William Joensen fyri at skriva, at Fiskimálaráðið handlaði í heimildarloysi, tá tey góvu P/F Kinnfelli undantaksloyvi at landa í Fuglafirði heldur enn í Miðvági.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald