Tilsamans 1726 mótmælisfólk eru handtikin í samband við ófriðin í París, og fleiri enn 1200 eru varðhaldsfongslað. Tað skrivar DR.
Sambært myndugleikunum í Fraklandi verður mett, at uml. 10.000 fólk hava verið og mótmælt á gøtunum í París.
Býurin varð í gjár plágaður av ránum, eldásetan og bardagar millum løgreglufólk og mótmælisfólk.
Sambært franska innlendismálaráðharranum Christophe Castaner, eru 135 fólk særd, harav 17 løgreglufólk.
Sambært fronskum tíðindafólkum varð rópt "veðrið er nakað lort, og tað er stjórnin eisini," meðan tað regnaði á gøtunum í franska høvuðsstanum í gjár.
Tað sigst at uml. 125.000 fólk mótmældu um alt landið í gjár.
Eisini í Hollandi hava fólk mótmælt, tó hevur hetta higartil verið á friðarligan hátt.
Les eisini: 278 handtikin í París í morgun - 8000 løgreglufólk til reiðar
Les eisini: - Sum eitt krígsøki
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald