Uttanlands

Fleiri flogfør fingið bumbuhóttanir í dag

Ritzau veit at siga frá fýra flogførum, sum fingu hóttanir fyrrapartin.

2026-11-03 12:47 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fleiri flogfør í Evropa hava í dag verið mál fyri bumbuhóttanum. Eitt nú mátti eitt flogfar trygdarlenda í Modlin floghavnini í polska høvuðsstaðnum Warszawa eftir at hava fingið eina hóttan, skrivar Reuters.

Av somu orsøk var floghavnin stongd í eitt tíðarskeið, men er nú latin uppaftur eftir at flogfarið, sum hevði 181 ferðafólk umborð, er kannað. Talan var um eitt flogfar hjá polska flogfelagnum LOT.

Eisini eitt SAS-flogfar, sum var á ferð úr Keypmannahavn til Chopin-floghavnina í Warshawa fekk eina bumbuhóttan.

- Flogfarið lendi eftir ætlan. Talan var ikki um eina neyðlending, sigur samskiftisovastin hjá SAS við Ritzau, men váttar, at flogfarið fekk eina bumbuhóttan.

Hetta var fyrsta ferðin, at eitt SAS flogfar hevur fingið eina bumbuhóttan.

Eitt triðja flogfar, eitt Wizz Air-flogfar, á veg úr London til Sofia, fekk eisini eina bumbuhóttan, sambært Reuters. Flogfarið valdi at lenda í Budapest í Ungarn.

Eisini eitt flogfar frá Ryanair úr Manchester til Murcia í Spania fekk eina hóttan. Spanskir miðlar skriva, at øll ferðafólkini vórðu kannað eftir at flogfarið var lent í floghavnini í Murcia, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder