Á tíðindafundi týsdagin 14. apríl staðfesti Mette Frederiksen, at orsakað av óvæntaðu góðu gongdini í koronatølunum í Danmark kundi samfelagið lata meira upp í fasu 1. Tað er fyrsti partur av at lata Danmark uppaftur, ið byrjaði nú eftir páskir.
Les meira: Danmark fer at lata meira upp
Nakað av óvissu hevur verið um kósina, men nú standa flokkarnir saman. Í útmeldingum á sosialu miðlunum í nátt eftir semjuna smáfegnast floksleiðarar úr andstøðuni, sum fyrr í vikuni funnist at, at forsætisráðharrin og stjórin hava arbeitt ov nógv í sjálvdrátti seinastu tíðina.
Millum annað Jakob Ellemann-Jensen (Venstre), ið skrivar, at avgerðin bygdi á eitt heilsufakligt grundalga, ið var alneyðugt, og at nú kunnu fleiri venda aftur til ein vanligan gernadisdag. Eisini Søren Pape Poulsen (Konservative Folkeparti) skrivar rímiligvæl nøgdur á Twitter:
- Fín avtala um uppískoyti til fasu 1 hjá stjórnini. Tað verður latið upp fyri liberalum vinnugreinum, og tað var okkara høvuðspunkt
Og tað er júst yrki, sum so ofta hava verið nevnd, sum kunnu lata upp aftur mánadagin 20. apríl. Tey flestu har mett hevur verið, at tað hevur verið ov trupult at halda frástøðu - so sum frisørar, fysioterapeutar og tatovørar. Eisini kunnu koyrilærarar hava praktiska undirvísing aftur, og avtalan er sambært Magnus Heuincke, heilsumálaráðharra, eisini galdandi fyri tannlæknar.
Tað er tó upp til tey einstøku vinnurekandi at taka støðu til, um tey lata upp. Tey sum velja at lata vera kunnu framvegis fáa upp til 80 prosent av sínari føstu inntøku ígjøgnum hjálparpakkar.
Rættarskipanin fer í gongd aftur - fyrst og fremst hava dómstólarnir fingið tilmæli um koyra mál ígjøgnum aftur skjótast gjørligt. Um tíggju dagar byrjar tað av álvara.
Atferðin og smittutalinum eru avgerðandi
Mette Frederiksen fegnast á Facebook um, at partarnir høvdu fingið gjørt eina avtalu. Í hennara almennu útmelding var ikki so nágreiniliga gjørt greitt, júst hvat kundi lata uppaftur. Tey omanfyrinevndu, so sum hárfríðinarstovur, vóru nevnd og annars meira yvirskipað: "Víðtøkin vinnurekandi kunnu aftur lata høli síni upp fyri kundum"
Hetta merkir tó ikki, at matstovur og kaffihús kunnu fáa gestir enn - hetta verður bíðað við. Summir flokkar ynkstu, at meira skuldi lata upp, og Morten Østergaard frá De Radikale nevdi eftir- og háskúlarnir sum eitt øki, ið flokkur hansara ynksti lat upp aftur nú.
Mette Frederiksen minti á, hvussu Danmark víðari fer at lata upp hongur saman við, hvussu danir uppføra seg komandi tíðina. Um hetta sæst, fer tað at bera til at lata meira upp í næsta stigið, sum er sett til 10. mai í fyrstu syftu. Smittutølini komandi tíðina verða eisini sera avgerandi, siga serfrøðingar. Partarnir samdust eisni í nátt um, at skipað koronakanningarnar betri í Danmark og at kanna fleiri - serliga tey, sum eru í vandabólkum, tá tað snýr seg um smittu.
Síðani 1. apríl er talið av innløgdum við koronasmittuni lækkað støðugt í Danmark.
Kelda: tv2.dk
Innanlands
Flokkarnir í Danmark funnu í nátt semju
Í komandi viku kunnu millum annað hárfríðkanarstovur og tannlæknastovur lata upp aftur.
Mette Frederiksen hevur fingið atfinningar frá hinum flokkunum um manglandi samstarv í koronastríðnum. Nú hava allir flokkarnir á Fólkatingið tikið avgerð um, hvat kann verða latið upp aftur í danska samfelagnum (Mynd: Sverri Egholm)
2020-04-17 08:49
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald