2018-07-28 09:40
Áhugafelagið Ólavsøkuróður, ið skipar fyri ólavsøkuróðrinum, hevur nú sett eitt øki av til teirra, ið brúka rullistól.
Tað hevur verið eitt ynski at fáa eitt slíkt øki, tí verandi umstøður hava ikki verið nøktandi. Ofta slepst ikki nóg væl til bryggjukantin, tí tað er tjúkt fyri av spentum áskoðarum, men nú bøtir Áhugafelagið Ólavsøkuróður um støðuna.
Talan er um ein part av rampuni, har Smyril leggur at við Havnarskrivstovuna, meira at siga tann partin, ið vendir móti Tinganesi. Á bryggjuni er økið avmerkt við hvítum stabbum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald