2019-07-12 12:44
Hagstova Føroya boðar í dag frá, at fólkatalið í Føroyum 1. juni var 51.783. Tað merkir, at uppá ein mánað er talið vaksið við næstan 100 (1. mai vóru vit 51.705), og uppá eitt ár er munurin 864 fólk - 1. juni í 2018 vóru beint undir 51.000 íbúgvar í Føroyum.
Hagstovan vísir á, at talan er um eina støðuga hækkan, ið hevur verið í fimm ár nú. Hetta sæst í grafinum niðanfyri´.
(Hagstova Føroya)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald