Eiðis kommuna/Martin Kristoffur Kristiansen: Í heystfrítíðini vóru nógv tiltøk á skránni kring landið, nú nógv fólk høvdu tíð til sin sjálvs og síni kæru. Eitt av heilt stóru tiltøkunum er Føroya bygdasligasta tiltak, Heystfagnaðurin. Í ár var fagnaðurin á skránni frá 15. til 20. oktober, og fevndi um alskyns tiltøk, ið hava við heystið at gera. Byrja varð við frálæru í dansi, soleiðis at luttakarar vóru klárir til at dansa alla leygarnáttina. Bæði frálæran og sjálvur dansurin vóru í Hólmahúsinum.
Samstundis var eisini møguleiki, at nema sær kunning um niðurseting av tulipanum og leyki. Hølini vóru uppdeild, soleiðis at tey ikki órógvaðu hvørt annað, og tey urtagarðsáhugaðu ikki endaðu við at dansa rock and roll dans av óvart.
Eitt av stóru og afturvendandi tiltøkunum er heyst-quizzurin. Her vísa fólk hvat tey duga innan almenna vitan, og aftur í ár var Hólmahúsið fult av luttakarum. Lagið var gott millum liðini, og tað bleiv ikki minni gott, tá vinnararnir fyri hvørja rundu fingu tvær kannur av drykkivørum til borðið. Eftir heyst-quizzin var meksikonsk uppboðssøla á skránni. Upphæddin frá hesari sølu fór óskerd til Eiðis róðrarfelag.
Leygardagurin er stóri dagurin á Heystfagnaðinum. Á middegi var Heystfagnaðurin settur av Annsy Høghamar, borgarstjóra, sum í røðu síni m.a. vísti til yrkingina “Oktober”, sum lýsir mánaðin á tungan hátt.
Annsy Høghamar setur Heystfagnaðin.
Yrkingin hjá Janusi Djurhuus byrjar soleiðis:
“Einsligt og kalt og nátt og gráur oktober
fjart hoyrist flog av flytifugli ið boð ber
at um kærleik og sang og sól tá ið valdar oktober
eingin vón einki hop er”
Borgarstjórin helt fyri, at um Janus Djurhuus var eiðismaður, so hevði yrkingin helst verið væl jaligari, og hevði hann heldur fagnast um tað, ið náttúran bjóðar hesa ársins tíð.
Allan dagin langan var sum á Ólavsøku á økinum, og lyndi var lætt, hóast skiftandi veðrið hevði hug at arga. Skráin var fjølbroyt og matur var til tey svangu.
Á pallinum var lagt nógv fyri til kappingarnar í at vinda hespu, halda eplasekki og at fletta. Róp kom í fjøldina, so hvørt sum spenningurin vaks. Eisini var práta dúgliga. Flest fólk vóru føroyingar, men eisini hoyrdist bæði enskt og danskt mál.
Nakað burtur frá pallinum var heldur friðarligari. Her var møguleiki, at keypa sær ymiskt á matmarknaðinum, royna og døma pylsurnar í rullu og kjøtpylsukappingunum og keypa heimavirkaðar vørur. Ein av forkunnugu vørunum á matmarknaðinum vóru kipsini frá Føroya Kips.
Tríggjar konsertir vóru á skránni á økinum. Fyrsta konsertin var til børnini. Tað vóru Trølla Pætur og Omman, sum fingu lív í ungu luttakararnar, og helst eisini barnsligu sálirnar. Eisini vóru konsertir við Hans Olivur Joensen og Frændur.
Til tey, ið høvdu tørv á einum steðgi, vóru tað fleiri eiðisfólk, sum høvdu opið hús. Kring bygdina savnaðust fólk fyri at hittast og fáa hita í kroppin.
Stóra endabrakið er dansurin í Hólmahúsinum, sum byrjaði á midnátt. Í ár var tað bólkurin Chill, ið spældi til dansin.
Talan var um eitt avbera gott tiltak. Við hesum vil Eiðis kommuna takka Heystfagnaðarbólkinum fyri sítt góða arbeiði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald