Seinastu árini hevur undirtøkan verið sera góð og aftur í ár ber til at renna Føroya vakrasta hálvmarathon á Vágoynni. Í ár verður tiltakið leygardagin 7. september. Teinurin sum skal gangast ella rennast er úr Gásadali og til kirkjuna í Sandagvági.
Sokallakað #FVHM er eitt heildagstiltak, og rutan er einastandandi vøkur. Luttakarafjøldin er fjølbroytt; talan er alt frá ídnastu rennaranum Føroyar til tey, sum vilja njóta ein gongutúr. Eitt ávíst luttakaratal plagar at vera útlendingar.
Fyrireikararnir boða frá, at enn er møguleiki at tekna seg, og ein luttøka í #FVHM er samstundis ein stuðul til Krabbameinsfelagið og Beran: Eins og undanfarin ár verður partur av luttøkugjaldinum latin sum stuðul til hesi feløgini.
Innanlands
Føroya vakrasta hálvmarathon verður 7. september
Tað er framvegis pláss at renna ella ganga við
Til FVHM í fjør
2019-07-10 07:23
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald